Turkaland leggur trýst á ES

Tað er lítið, sum bendir á, at sambandið millum Turkaland og Holland batnar komandi dagarnar.

 

Tað skriva fleiri úlendskir fjølmiðlar í dag.

 

Eftir at turkiskir politikkarar blivu noktaðir at halda veljarafundir í Hollandi fyri teimum gott og væl 400.000 turkunum, ið búgva í Hollandi, kom øði í. Erdogan forseti í Turkalandi legði Holland undir at verða eitt nasista stýri, ið ikki virdi fólkaræðisligar mannagongdir og siðvenjir.

 

Les eisini: Ófriður á gøtuni í Hollandi

 

Nú hevur Turkaland biði ES um at taka frástøðu frá Hollandi, men bæði ovasti fyri uttanríkispolitikki í ES, Federica Mogherini, og kommiserurin fyri víðkan av ES, Johannes Hahn, hava tikið frástøðu frá Turkalandi, sum tey siga elvir meira øsing enn gott er.

 

Turkaland svaraði aftur við at siga, at um ES ikki var samstarvssinnað við Turkaland, mátti landið umhugsa sína støðu til flóttafólkamálið í Evropa, har Turkaland hýsir einum stórum parti av flóttafólkunum, ið royna at koma til Evropa.

 

Stríðið byrjaði tá familjumálaráðfrúan í Turkalandi, Fatma Betul Sayan Kaya, bleiv vend á markinum millum Holland og Týskland og slapp ikki inn at halda veljarafundir.

 

Holland er sera varið við trygd hesar dagar, tí val verður í morgin til hollendska tjóðartingið, har sitandi forsætismálaráðharri Mark Rutte og kontroversielli Geert Wilders úr frælsisflokkinum er stavn um stavn um at gerast størsti flokkur. Geert Wilders er sera umstríddur og hevur í fleiri umførum verið sera harligur í tal móti islam og muslimum. Tí hava hollendsku myndugleikar hert trygdina í samband við valið.

 

Frælsisflokkurin hjá Wilders stendur at gerast størsti flokkur, men tað verður sera torført hjá honum at koma í stjórn, tí ógvuliga fáir flokkar vilja samstarva við honum.