Turið toppskjútti fyri Haukar

Turið Arge Samuelsen og Haukar eru av álvara komin fyri seg

Haukar vann í gjár sín fjórða dyst upp í slag í landskappingini, tá tær vunnu 24-17 á HK. Føroyski landsliðsspælarin, Turið Arge Samuelsen, var toppskjútti við sjey máum. Haukar var á odda 11-9 í hálvleikinum.

 

Eftir eitt tíðarskeið við eitt sindur av misjøvnum úrslitum, so hevur Haukar nú vunnið fimm dystir upp í slag. Fýra landskappingardystir og ein steypadyst.

 

Haukar er nú á fjórða plássi við 10 stigum. Oddaliðið Valur vann eisini í 8. umfari og hevur 13 stig á fyrsta plássi. Haukar spælir aftur 13. november móti KA/Þór, sum liggur á fimta plássi.

 

(www.mbl.is)

1Valur8611197:15413
2ÍBV8512199:18611
3Fram8503232:18810
4Haukar8503204:18010
5KA/Þór8404174:1938
6HK8305161:1976
7Selfoss8116191:2143
8Stjarnan8116186:2323