Turið helt hondbóltsyrkisleiðin var liðug

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Turið Arge Samuelsen fortelja um skaðan hon fekk í dystinum ímóti Íslandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Turið Arge Samuelsen í steðginum í HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Eysturríki. Talan var um eina beinleiðis samrøða á Rás2.

 

Í samrøðuni fortaldi Turið Arge Samuelsen um skaðan hon fekk í dystinum ímóti Íslandi ígjár. Turið Arge Samuelsen fortelur, at hon helt, at hondbóltsyrkisleiðin var liðug, soleiðis kendist skaðan ígjár.

 

Men dagin eftir kann Turið Arge Samuelsen fegnast um, at skaðin ikki gjørdist so ringur, og hon verður skjótt at síggja á hondbóltsvøllinum aftur.

 

Í samrøðuni numu Hilmar Jan Hansen og Turið Arge Samuelsen eisini við avrikið hjá føroyska liðnum higartil.