Turið fær nýggj álitisstørv

Turið F. Arge er nú nevndarforkvinna í øllum trimum dótturfeløgunum hjá BankNordik: Trygd, NordikLív og Skyn. Hon skiftir eisini heitið til rakstrarstjóri í samtakinum.

 

Hetta er ein partur av eini umskipan í samtaksleiðsluni í BankNordik, sum skal styrkja og tryggja eina betri skipan av virkisøkjunum í BankNordik-samtakinum, boðar bankin frá. 

 

Turið F. Arge heldur fram í samtaksleiðsluni, sum hon hevur sitið í síðani 1. oktobur 2015, men tað ger Henrik Jensen ikki. Hann heldur tó kortini fram í starvinum sum íløgustjóri.

 

Per Sjørup Christiansen, sum bleiv settur sum sølustjóri í bankanum í juli í ár, tekur við sum privatkundastjóri og fer frameftir at hava ábyrgd av privatkundavirkseminum og Private Banking. Hann gerst samstundis nýggjur í samtaksleiðsluni.

 

Samtaksleiðslan verður tí frameftir myndað av Árna Ellefsen, forstjóra, Per Sjørup Christiansen, privatkundastjóra, Turið F. Arge, rakstrarstjóra og Rune Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóra.

 

Janus Thomsen, stjóri í Trygd, tekur við sum stjóri í lívstryggingarfelagnum NordikLív, og hann verður sostatt bæði stjóri í Trygd og NordikLív.