Turbo-svenskur Volvo í SMS

Brøður Petersen vísa í hesum døgum fram bilar á Torginum í SMS í Havn. M. a. er tann nýggi Volvo S40 at síggja - bæði sum persónsvognur og sum stationcar, eins og aðrir Renault bilar, sum fyritøkan eisini umboðar

Tann, ið vitjað hevur í SMS hesa vikuna, hevur uttan iva lagt merki til allar bilarnar, ið sýndir verða fram á Troginum.

Tað er Brøður Petersen, sum sýnir fram nýggjastu Volvo og Renault bilarnar.

Ein tann bilurin, ið tú serliga leggur til merkis, er tann snotuligi nýggi Volvo S 40


? Vit brúka nógvar kreftir og orku upp á trygdina, og tað hevur stóran týdning fyri okkum, at tá fólk kring heimin hoyra navnið Volvo, skulu tey samstundis hugsa um trygdina, stendur í einum tíðindaskrivi, sum vit fingu frá Volvo herfyri.

Sum kunnugt var tað eisini Volvo, sum uppfann trípunktstrygdraselan, sum allair bilar brúka í dag, so at sviarnir hava arbeitt við trygdini í bilunum, er sjón fyri søgn.

? Trygdin merkir, at førarin kann koyra bilin púra avslappur og soleiðis njóta koyringina,. Bilurin hevur teir eginleikar, sum skulu til fyri at gera hann spennandi at koyra, segði ein danskur bilaummælari, sum hevði roynt bilin.

Um ein bilur er spennandi at koyra, er altíð treytað av tí, ið koyrir eins og av krøvunum, sum bilaframleiðir setir.

Sosialurin hevur enn ikki roynt tann nýggja Volvo S40 - men tey, ið vilja síggja hann, kunnu kaga inn á gólvið í SMS, har hesin bilurin saman við Renault bilum verður sýndur fram í dag og í morgin afturat.

Prísurin fyri hendan Volvobilin er 236.000 krónur.