Tunnusláing: - Hesum havi eg bíðað eftir í 30 ár

Soleiðis segði skálvíkingurin á Sandi, Jógvan Olsen, tá hann gjørdist kattakongur seinnapartin í dag.

Seinnapartin í dag hava bæði børn, kvinnur og menn sligið tunnur á Sandi. Tað var ungmannafelagið Virkið, sum hegnisliga skipaði fyri. 

 

Her var eisini tombola í gongini á Virkinum, og uppi á fekst tú bæði kaffi, kakao, bollar og karamellur. Alt etandi og leskandi í ovaru hæddini var ókeypis.

 

Tunnusláingin var skipað í fimm bólkum, harav børnini vóru býtt upp í tríggjar - børn undir skúlaaldur, børn úr 1. til og við 5. flokk og børn úr 6. flokki til og við 10. flokk.

 

Her var eisini tunnusláing fyri vaksin, har kvinnur og menn vóru í hvør sínum bólki - kvinnurnar fyrst og síðan menninir.

 

Maðurin, sum gjørdist kattakongur í dag, Jógvan Olsen, sum býr á Sandi, men er ættaður úr Skálavík, segði brosandi soleiðis, tá hann tók ímóti steypinum:

 

- Hesum havi eg bíðað eftir í 30 ár.

 

Vit tóku nakrar myndir av tunnusláingini í dag. Myndirnar eru tiknar, tá børn úr 1. til og við 5. flokk royndu at basa tunnuni í Virkinum í dag.

 

Og so eru eisini nakrar myndir av vinnarum í øðrum bólkum uppi í myndarøðini, umframt ein mynd, har børn og vaksin dansaðu føroyskan dans saman.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##