Tunnusláttur við Bursatanga

Aftur á føstulávint í ár skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri tunnuslátturi á sjónum Hetta er eitt afturvendandi tiltak hjá felagnum, sum hevur fingið sera góða undirtøku frá limunum. Eins og undanfarin ár verður slátturin á Bursatanga, innanfyri atløgubryggjuna hjá Rituni. Tórshavnar Sløkkilið hevur í nógv ár stuðla felagnum við kranabili til at hanga tunnuna í, og tað er felagið sera takksamt fyri.

Vanliga samlast nógv fólk á Bursatanga henda dagin at fylgja við, hvussu leikur fer og soleiðis verður helst eisini í ár. Klokkan 14.00 leygardagin leypa so kvinnur og menn í kavarabúna á bláman, og ikki verður givist við at sláa fyrr enn seinasta sprekið er fingið niður.

Gamal siður hjá Froskmannafelagnum er at kjósa hann ella hana, ið fær seinasta sprekið niður, til kongafisk. Tá er rómur á kvinnum og monnum og kongafiskurin verður als ikki borðin í gullstóli. Eydnast honum ikki at svimja burtur í stundini, verður hann tikin og trýstur undir kav av øllum hinum. Hetta er alt sjálvsagt í spølni, og til mikið fragd fyri froskmenn og ikki minni fyri áskoðararnar.

Eisini er nakað til børnini. Á keiøkinum verður ein tunna hongd upp til børnini at sláa. Her eru øll børn vælkomin at luttaka, og ikki er neyðugt at vera í kavarabúna, tí hetta gongur fyri seg uppi á turrum. Hóast tað, verður hann/hon, ið slær síðsta sprekið á tunnuni niður, róptur Kongafiskur og fær gávu.