Landskassin kann ikki vænta sær tað stóra í inntøku frá privata felagnum, sum bjóðar sær til at gera Eysturoyartunnilin.
Møguligt vinningsbýti verður skattað í Danmark, og harumframt er avskrivingarprofilurin soleiðis settur saman, at felagið neyvan fer at rinda eina krónu í skatti tey fyrstu nógvu árini.
Tað staðfestir Fíggjarmálaráðið í einum uppriti frá 21. juni, stílað beinleiðis til løgmann.
Í uppritinum til løgmann vísir Fíggjarmálaráðið á, at íleggjarar úr norðurlondum rinda ongan vinningsbýtisskatt í Føroyum. Tí fer alt vinningsbýtið óskattað av landinum. Tá felagið er danskt, fer møguligur vinningsbýtisskattur í danska statskassan.
Avskrivingarprofilurin ger, at heldur ikki verður nakað yvirskot hjá landskassanum at skatta.
- Felagið kann skattliga avskriva sjey prosent tey fyrstu 10 árini, og er tað millum 80 og 100 milliónir krónur í mun til ein byggikostnað, sum liggur omanfyri eina milliard krónur, sigur Fíggjarmálaráðið í uppritinum til løgmann.
Les meira í Sosialinum seinnapartin.