Tunnilsuppskot frá andstøðuni

Andstøðan ætlar at fáa Løgtingið at samtykkja, at tað privata skal gera Skálafjarðartunnilin Í næstum fer andstøðan at leggja fram uppskot um at játta 650.000 krónur til Vinnumálaráðið at fyrireika samráðingarnar við partafelagið Skálafjarðartunnilin, um tunnilsgerð.

Tað ber til, nú Gerhard Lognberg hevur skift síðu, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

-Landsstýriskvinnan í samferðslumálum kann einki annað at gera enn at fylgja løgtingsins vilja, tá uppskotið verður samtykt, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen við Kringvarpið.

-Í fjør varð samtykt at fara undir samráðingar. Og ein landsstýriskvinna, sum ikki fylgir einari løgtingssamtykt, má heldur finnar sær annað at gera, heldur Jørgen Niclasen. Enn er tó óvist, hvat fyrireikingarnar koma at kosta, tí útlensk serfrøði verður tilkallað. Men, pengarir koma inn aftur, tá ætlanin fer í gongd, sigur Jørgen Niclasen.