Sambært Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, hevur landsstýrið fingið eitt heilt ítøkiligt uppskot um, hvørji átøk skulu til fyri at fáa gongd á grøna orkuskiftið og fáa Føroyar leysar av oljuni.
- Ein stórur partur av teimum átøkunum kunnu gera, at vit kunnu redusera okkara útlát við 50 prosentum, segði hon við útvarpsstøðina, FM1, fríggjadagin.
Tað verður hugt eftir um, um mann eigur at seta forboð fyri oljufýrum í nýggjum húsum, ella um mann eigur at leggja eina ætlan fyri eldri húsum. Ein annar spurningur er, um mann eigur at seta forboð fyri bensin- og dieselbilum innan fyri eitt ávíst áramál.
Hevur gingið ov seint
Landsstýriskvinnan ásannar, at tað hevur gingið alt ov seint at leggja um til grøna orku og at gera átøk fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum. Men orsøkin til hetta er heilt einfalt ósemja í Løgtinginum, sigur hon, tí higartil hevur tað verið ein avbjóðing at fáa undirtøku fyri tiltøkum, sum kunnu skumpa undir grønu kósina.
- Tað er ikki so einfalt, sum mann kundi ynskt, at tað var. Tað hevur verið trupult at fáa fleiri av hesum tingunum í gjøgnum. Nøkur av uppskotunum hava verið ígjøgnum tvey ár á rað, áðrenn tey eru komin í gjøgnum, og eitt tók trý ár. Tað hevur verið tungt at fáa undirtøku til orkuskifti, sigur Sirið Stenberg.
Hon heldur, at vit eiga at seta tiltøk í verk sum skjótast.
- Vit mugu tora at taka tey tyngru tøkini og seta nøkur forboð, tí annars kemur hendan tilgongdin at blíva alt ov drúgv. Vit noyðast at taka nøkur tøk, sum kunnu skunda undir tilgongdina. Sjálvandi skal Løgtingið ganga á odda, men tað má eisini vera ein hugburðsbroyting í samfelagnum, har mann hyggur eftir, um mann kann minka um egna nýtslu.