Tung ferðsla krevur góðan veg

Í framtíðini skal verða munandi høgligari hjá teirri tungu ferðsluni at sleppa suður á Rækjuvirkið á Oyri. Arbeitt verður í løtuni við at breiðka landsvegin.

Oyrarbakki: Ein fortreyt fyri góðum vinnuligum viðurskiftum er, at lætt og gott er at sleppa til eitt virki við rávøru, og síðani frá virkinum við teirri lidnu framleiðsluni.
At tryggja Rækjuvirkinum á Oyri hesar umstøður er ein liður í tí vegarbeiðinum, sum í hesum døgum fer fram á tí umleið 5 km. langa landsvegnum millum Oyrarbakka og Oyri.
Arbeiðið fevnir í stuttum um at geva teirri tungu ferðsluni bestu møguleikar at sleppa til og frá virkinum. Tí verður vegurin nú breiðkaður so mikið, at teir stóru trailararnir, eins og tann alsamt vaksandi ferðslan, lættliga kunnu koyra hagar.
Arbeitt hevur áður verið á hesum vegastrekkinum á Oyri eins og ein hevur arbeitt suður frá Brúnni um Streymin. Nú hava teir arbeitt millum hesi bæði lidnu vegapettini, og eru nú omanvert bátahylin á Oyrarbakka.

Treytað av játtan
Sum nevnt, hevur ein longu gjørt ávís strekki liðug, men ilt er kortini at meta um, nær alt arbeiðið verður liðugt.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu upplýsir fyri Sosialinum, at fæst ein hóskandi játtan framyvir, so kann arbeiðið verða liðugt um eini 2-3 ár.
Tey arbeiðini, sum nú eru gjørd, eru samstundis tey sum hava tikið longst tíð at gera. Her hevur m.a. verið talan um at breiðka vegin nærhendis sethúsum, har ein hevur verið noyddur at taka garðar niður hjá fólki og síðani sett nýggjar upp ístaðin.
Tað arbeiðið, ið eftir er, verður helst munandi lættari at gera, tí nú er í høvuðsheitum talan um vanliga vegbreiðking, har tað er meiri frítt fyri.
Kostnaðurin fyri alt vegarbeiðið millum Oyrarbakka og Oyri er mettur til 12 mió. kr. Játtanin í ár er uppá 3,6 mió. kr.