Sunnukvøldið 9. august letur myndlistarmaðurin, Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, framsýning upp í Ribarhúsi.
Tummas Jákup Thomsen hevur tilknýti til bygdina, tí foreldur hansara eru Jóna og Helgi Thomsen. Jóna er ættað úr Fuglafirði, dóttir Gøtu Óla Jákup og Malenu, og Helgi er sonur Thomas Jacob og Magdalenu úr Norðragøtu.
Tummas Jákup er føddur í 1962 og hevur havt fleiri framsýningar í Føroya og øðrum londum. Millum annað hevur hann havt framsýningar í Danmark, Tjekkia, Norra, Týsklandi og í Rom.