Tummas Henriksen ársins borgari

Eitt av hæddarpunktunum í tiltakinum »Mentanarvikuskifti«, sum Sørvágs Kommuna skipaði fyri um vikuskiftið, var kjósanin av ársins borgara

Borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen, er sera væl nøgdur við tiltakið um vikuskiftið.

Alt hepnaðist framúr, sigur hann.

Hetta er fyrstu ferð at skipa verður fyri einum slíkum mentanartiltaki, og tað er soleiðis eisini fyrstu ferð, at »Ársins borgari« verður kosin.

Til tess at finna fram til ársins borgara varð ein nevnd sett at velja millum innkomnu uppskotini.

Tað komu 16 ymisk uppskot inn, tó fleiri teirra vóru samanfallandi nøvn. Tískil hevði nevndin seks ymiskar persónar at velja ímillum, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Nevndin, sum var samansett av Finnboga Niclasen, Eyð Ellingsgaard og Andras Henriksen.

Valið fall á Tummas Henriksen, reiðara, fyri hansara stóra arbeiði at útvega bygdini arbeiðspláss aftur. Í januar 2006 tók hann yvir eftir pápan, Jósup Henriksen, tá hann fór, og síðani hevur Tummas Henriksen fingið trý onnur skip til bygdina.

 

Heiður til Tummas

Við handanina av blómutyssi, heiðursbrævi og peningagávu segði borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen soleiðis:

»Vit fara nú í holt við nakað heilt serstakt, ið vit her í kommununi ikki hava roynt áður. Hóast øll hava sama virði, ber til at virðismeta tann ella tey ið á onkran hátt hava skara framúr, gingið undan ella á annan hátt víst eitt gott fyridømi fyri øllum okkum, ið eisini royna at lata ein so væl frágingnan arbeiðssetning frá okkum sum til ber.

Í Orminum Langa sigur stavnamaðurin, ið var ein serligur álitismaður, við kongin tá ið harðast leikaði á:

Kongur tú sást meg aldri so ræddan

Eg tordi ei á at herja

Goym tú lyfting so væl í dag

Sum eg skal stavnin verja

Álitisfólkum hevur eitt og hvørt samfelag harliga brúk fyri – eisini Sørvágs kommuna«.

Ætlanin er, at hetta skal gerast eitt afturvendandi tiltak.