- At rýma frá einum óhappi á alfaravegi er ábyrgdarleyst og nakað, vit ikki eiga at góðtaka. Øll duga ikki at svæva ein seyð, men øll kunnu í tað minsta verða verandi á staðnum og bíða eftir hjálp, heldur Jákup Olaf Johannesarson.
At rýma frá óhappi á alfaravegi var eitt av evnunum fríggjadagin í sendingini Rás2 Seinnapartur. Panelið hesaferð var mannað við Elsu Mariu M. Olsen, Jákup Olaf Johannesarson og Sissal Kristiansen.
Farna vikuskiftið stóð at lesa á in.fo um eina kvinnu, sum var komin fram á eitt óhapp, har fólkini, ið vóru involverað í óhappinum, rýmdu av staðnum. Ein ær lá á vegnum og hevði fingið stóran skaða, og eisini lógu ymsir billutir á vegnum og rókust. Kvinnan svævaði ærina og tók billutirnar av vegnum.
- At rýma av staðnum í eini slíkari støðu er ikki í lagi. Hinvegin haldi eg, at vit vita alt ov lítið um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum í eini slíkari støðu, sigur Sissal Kristiansen.
- Eg haldi, tað er keðiligt, at tað finnast so ábyrgdarleys fólk í hesum samfelagnum, sigur Jákup Olaf Johannesarson.
Ein fastur partur av Rás2 Seinnaparti fríggjadagar er tátturin Vikan, sum fór. Har sigur eitt panel sína hugsan um nakrar av søgunum og hendingunum, sum hava verið ta vikuna. Panelið er samansett við skiftandi luttakarum hvørja ferð.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið um fólk, sum rýma frá óhappi. Fleiri brot úr sendingini koma út um vikuskiftið.
Les eisini: Føroyingar líkaglaðir við romantikki