Klaksvík: Høvuðsvenjarin hjá svimjifelagnum Ægir heldur, at Klaksvíkar kommuna átti at kanna møguleikarnar fyri at byggja eina nýggja svimjihøll, nú umvælingarnar av gomlu høllini blíva nógv dýrari enn roknað varð við.
? Tað átti at verið sjálvsagt, at kommunan kannaði, hvat ein nýggj svimjihøll kundi byggjast fyri, og um tað hevði loyst seg betri í longdini at bygt eina nýggja høll, heldur enn at umvæla núverandi svimjihøll, sigur Søren Olsen.
Svimjihøllin í Klaksvík er í vánaligum standi, og hon skal umvælast fyri stór milliónaupphædd. Fyrsti parturin av arbeiðnum skal setast í gongd beinanvegin, men eftir at tilboðini komu inn, vísti tað seg, at kostnaðarmetingin fyri arbeiði als ikki helt.
Tí er líkt til, at umvælingararbeiðið verður munandi dýrari enn roknað varð við.
Altjóða kappingar
Høvuðsvenjarin hjá Ægir heldur, at ein nýggj høll við 50 metra hyli hevði skapt stórar møguleikar hjá svimjingini í Klaksvík og í Føroyum sum heild.
? Tá kundu vit fyri fyrstu ferð farið at hugsa um at havt altjóða svimjikappingar í Føroyum. Norðurlendsku kappingarnar hava verið í øllum londunum uttan um okkum, men ikki í Føroyum, tí her er eingin 50 metra hylur, sigur Søren Olsen.
? Somuleiðis kundi tú ment føroyska svimjing nógv meiri, tí venjing og kapping í 50 metra hylum hevði havt stór framstig við sær.
Tríggir 25 metra langir hyljar eru í Føroyum ? í Havn, Klaksvík og Vági ? men í altjóða kappingum verða 50 metra hyljar nýttir.
? Nú verður svimjihøllin í Klaksvík umvæld, og vit fegnast um, at vit fáa eina høll, sum verður í betri standi, men áðrenn stórar milliónaupphæddir verða brúktir til at umvæla gomlu høllina fyri, átti tað at verið kannað nærri, um tað hevði loyst seg betur at bygt eina nýggja svimjihøll í Klaksvík, heldur Søren Olsen.