Ættleiðingarfelag røtur í mammubólki

Tað var ein mammubólkur úr Havn, ið fyri fimm árum síðani tók stig til Ættleiðingarfelagið. Hetta gjørdu tær, fyri at kunna, stuðla og hjálpa øðrum foreldrum, ið høvdu hug at ættleiða. Tí ættleiðing kann verða eitt rættiliga fløkjasligt mál við nógvum spurningum

Tá ið Annika Marr Poulsen skuldi ættleiða fyrstu ferð, var hon eitt sindur í villareiði. Tað einastu tænastu hon fekk bjóða var viðgerð frá lækna.
-Men ættleiðing er jú ikki ein sjúka. Tískil hevði eg brúk fyri onkrum, ið kundi stuðla mær, og kunna meg um, hvat tað veruliga inniber at ættleiða, tí sjálvandi hevði eg sera nógvar spurningar um hetta sera umfevnandi málið, sigur Annika Marr Poulsen.
Annika fann so upp á tey ráð at ringja til eina heilt ókenda familju, ið hon visti hevði ættleitt.
-Eg segði, hey hetta eri eg, kunnu tit greiða mær eitt sindur frá tykkara ættleiðing, sigur Annika.

Mammubólkur, ið bleiv til ættleiðingarfelag
Tá ið Annika kom at kenna fleiri mammur, ið høvdu ættleitt, leitaðu tær sær styrk í hvørjari aðrari. Millum annað kom Mariann Hansen upp í mammubólkin.
-Tá ið ein ættleiður eru tað rættiliga nógvir spurningar, ið stinga seg upp. Og felags fyri nærum allar ættleiðingarfamiljur er, at tey eisini hava nógvar spurningar til málið. Tískil funnu vit ættleiðingarmammur skjótt saman her í Havn. Hetta bleiv tað so ein mammubólkur burturúr, sigur Mariann Hansen.
Hesin mammubólkur hevur mangan verið góður stuðul hjá ymsu ættleiðingarmammunum, og tær fóru at tonkja upp á, um nú tær høvdu brúk fyri stuðli og kunning, so vóru tað avgjørt aðrar familjur kring landið, ið eisini høvdu tað. Tískil stovnaðu tær eitt ættleiðingarfelag.

Tørvur á felagnum
Tað vísti seg skjótt, at tað var tørvur á felagnum. Skjótt løgdust nógvir limir afturat.
-Vit stovnaðu hetta felag, fyri at stuðla og kunna øðrum familjum, ið høvdu hug at ættleiða ella longu høvdu ættleitt. Tað vísti seg rættiliga skjótt, at tað var tørvur á hesum felagnum, tí eins og tá ið eg skuldi ættleiða, so er í dag ikki nógv kunning at heinta, tá ið man fer gjøgnum ta formligu mannagongdina. Hvat man kann vænta sum foreldur og hvussu børnini verða eru tvey mál, sum onnur ið hava ættleidd, kunnu stuðla og kunna øðrum familjum best um. Hetta er tað avgjørt tørvur á; tí eru vit her fyri at kunna og stuðla øllum, ið hava ættleitt ella vilja ættleiða, siga Mariann og Annika, ið enn halda saman í sama mammubólki, ið setti ættleiðingarfelagið á stovn.