Ótti í Kringvarpinum

Tað er ikki bara á tíðindadeildini í Kringvarpinum, at ófriður valdar. Á hinum deildunum eru tey bangin fyri at missa og fyri uppsagnum.

Skal tíðindadeildin hava størri játtan, missa hinar deildirnar av sínum játtanum.

Mikudagin var kunnandi fundur fyri starvsfólkunum á hinum deildunum, programmdeildini, dokumentardeildini og tøknideildini. Eitt umborð fyri starvsfólkini á tíðindadeildini greiddi á fundinum frá, hvat har er hent.

Áður virkaði Kringvarpið meira sum ein eind soleiðis, at vantaði einari deild starvsfólk, bar til at læna fólk frá eini aðrari deild. Nú er skott millum deildirnar, og hvør deildin stríðast fyri sínum.