Óttast yvrigang í USA sunnudagin

Løgreglan í USA leitar eftir tveimum ella trimum monnum, tí myndugleikarnir hava illgruna um, at teir hava ætlanir um yvirgang sunnudagin, tá 10 ár eru liðin síðani atsóknirnar at New York og Pentagon tann 11. september í 2001.

Fleiri fjølmiðlar vita at siga, at talan er um tríggjar menn, sum komu til USA úr Afghanistan fyrr í hesum mánaðinum, og at teir hava ætlanir um atsóknir við bilbumbum í News York ella Washington DC.

Myndugleikarnir viðganga, at teir hava onga vissu fyri, at teir tríggir menninir veruliga ætla at fremja yvirgang, nú teir eru í USA, men at teir kortini taka hóttanina í álvara.