Amerikanski búskaparprofessarin, Nouriel Roubini, ber ótta fyri, at heimsbúskapurin stevnir beint móti nýggjum sápubløðrum. Roubini hevur ofta fingið harðar ákoyringar fyri sínar svartskygdu búskaparmetingar, men viðhaldsfólk hansara siga hinvegin, at júst hetta er størsta dygd hansara. Og millum annað vísti hann fleiri ferðir á vandan undan verandi fíggjarkreppuni.
Og nú sigur hann, at fíggjarkreppan so langt ífrá er hæsað av.
Serliga fýlist Roubini á, at alt ov nógvir pengar verða sprændir í búskapin, uttan at nøkur greið ætlan er við hesum. Tað ber við sær, at íløgurnar í virðir av ymsum slag verða lutfalsliga stórar. Eitt nú vísir hann á, at hóast oljugoymslurnar eru stórar, er prísurin framvegis alt ov høgur.
Hinvegin sigur Roubini, at seinastu ætlanirnar hjá Obama-stjórnini eru eitt stig rætta vegin, men hann staðfestir í sama viðfangi, at stóru búskapirnir nú mugu vísa, at teir megna at endurskipa seg.
- Gera eitt nú USA og Japan ikki tað, missur marknaðurin álitið á obligatiónirnar hjá statunum, og so verður vónleyst at endurfíggja skuldina, tá hetta skal gerast, sigur Roubini við CNN Money.