Í gjár vóru teir fremstu amerikansku hermenninir einans góðar 25 kilometrar frá irakska høvuðsstaðnum aftan á stór framstig gjáranáttina.
Men hóast leiðararnir á amerikansku herstøðini í Qatar eru væl nøgdir við gongdina seinastu dagarnar, ávara teir um, at tann ringasti parturin av krígnum er eftir. Teir viðganga samstundis, at teir vita ikki, hvussu harða mótstøðu hermenninir kunnu vænta sær, og enn minni vita teir, hvussu mótstøðan verður. Men teir rokna við trimum møguleikum, sum hvør er verri enn annar.
Tann fyrsti er vandin fyri, at irakar sum eina seinastu roynd fara at nýta hópoyðingarvápn ímóti amerikansku hermonnunum. Fregnartænastufrágreiðingar hava fyrr sagt, at Saddam Hussein hevði teknað ein reyðan ring rundan um Bagdad, og at hann ætlar sær at nýta hópoyðingarvápnini, koma amerikanararnir inn um ringin. Í gjár stóðu teir fremstu amerikansku herflotamenninir á sjálvum ringinum.
Annar vandin er gøtubardagar í Bagdad millum irakar og amerikanarar. Royndir í søguni hava víst, at tílíkt kríggj kostar ovurhonds nógv mannalív, og hetta hevur fingið fólk at skýra Bagdad sum ein annan Stalingrad ella Grosnij.
Tann triði vandin er, at irakskir og aðrir arabiskir sjálvmorðsbumbumenn fara at søkja at amerikanar-unum. Iraksku myndugleikarnir hava sagt, at fleiri túsund arabarar eru komnir til landið, og amerikanarar siga seg hava tikið palestinar, sum vóru komnir úr Jordan, og sum vóru til reiðar at lata lív fyri Irak.
- Tí kenna amerikanarar seg ikki tryggar enn - heldur ikki teir við borðið í Pentagon, sigur ein fyrrverandi amerikanskur generalur.