Átta vilja vera stjóri á Strandferðsluni

Innlendismálaráðið hevur fingið átta umsóknir frá fólki, sum hava hug at standa á odda fyri Strandferðsluni, nú hon skal flytast til Suðuroyar

Stjórastarv

Á miðdegi í dag var freistin úti at søkja starvið sum stjóri á Strandferðsluni.

Hilmar Høgenni í Innlendismálaráðnum sigur, at tey hava fingið átta umsóknir.

Innlendismálaráðið fer nú at gjøgnumganga umsóknirnar og síðani skulu umsøkjarar veljast burturúr at verða innkallaðir til setanarsamrøður.
Ætlanin er so at seta stjóran sum skjótast.

Hilmar Høgenni heldur, at tað eigur at bera til at seta starvið millum teir átta umsøkjararnar og tí metir hann ikki, at tað verður neyðugt at lýsa endurlýsa starvið. Men tað er so við tí fyrivarni, at hann hevur ikki gjøgnumgingið umsøkjararnar enn.

Ein hin fremsta uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at leggja arbeiðið til rættis at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar og frá 1. januar verður arbeiðspássið í Suðuroy