Nú vil ítróttarsambandið í Kenya kanna, hví átta rennarar í landinum eru deyðir innan stutta tíð.
Nú um dagarnar doyði 19 ára gamli Ian Mutuku, som var millum fremstu rennararnar í Heimsmeistaraskapinum fyri ungdóm í 2013. Fríggjadagin varð Mutuku innlagdur á sjúkrahúsi, tí kroppurin hovnaði. Seinni doyði hann á sjúkrahúsinum.
Deyðsfallið hevur nú fingið ítróttarsambandið í Kenya at seta venjaran Peter Muia at kann, hví rennarar kring alt landið eru deyðir av ókendum ávum.
Peter Muia hevur illgruna um, at rennararnir hava tikið ymisk tilskot uttan viðmæli frá lækna, og at hesi tilskot hava verið orsøk til deyðsfallini.