Átta norskir hermenn vórðu særdir í einum skotbardaga í Afghanistan seinnapartin í gjár. Norska herleiðslan sigur, at tveir av monnunum eru illa særdir, men at teir tó ikki eru í lívsvanda.
Teir norsku hermenninir vórðu álopnir í Ghormach-økinum, sum er har norðuri í Afghanistan. Tað vóru uppreistrarmenn, sum søktu at hermonnunum, og skotbardagin vardi seks tímar, sigur herleiðslan.
Noreg hevur meiri enn 500 hermenn í Afghanistan, og landið hevur mist fimm hermenn har síðani 2001.










