Átta metrar langar plátur fúka í Fuglafirði

Løgreglan biður fólk í Fuglafirði halda seg innandura

Tað er sera ringt veður ymsa staðni í landinum og serliga í Fuglafirði tykist standa illa til. Sum in.fo skrivaði fyri løtu síðani, so er nýggi bygningurin hjá Vónini um at ríva.

 

Nú biður løgreglan fólk í Fuglafirði um at halda seg innandura.

- Fleiri átta metrar langar plátur er rivnar av virkinum Vónin í Fuglafirði, og hesar fúka runt í tí nógva vindinum. Tí verður heitt á borgarnar í Fuglafirði um at halda seg innandurað fram til kl. 16.00, skrivar løgreglan á Facebook.

 

Sløkkiliðið í Fuglafirði er á staðnum og átaksleiðarin metir, at støðan í løtuni er sera vandamikil.