Átta línuskip landa mánadagin

- Tað verður nógvur línufiskur í vikuni sum kemur. Longu mánadagin koma ikki færri enn átta línuskip inn at landa. Flestu hava longu, brosmu, tosk og hýsu.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.

Seinni í vikuni kemur helst okkurt línuskip aftrat, og her verður talan um brosmu og longu.

Eitt línuskip er undir Íslandi, og hini øll fiska undir Føroyum.

Á Fiskamarknað Føroya vísa tey á, at streymurin verður harður í vikuni, og útlit eru eisini til óstøðugt veður. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðrarfiski teir næstu dagarnar.

Allir partrolararnir fiska upsa. Fiskiskapurin hjá teimum er batnaður, og skipini koma inn, sum vikan gongur.

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at teir partrola eftir upsa, men nakað er av hjáveiði. Hesi skipini koma eisini inn at landa í næstu viku.

Ein trolbátur kemur inn at landa mánadagin og hevur mest av toski, hýsu og nakað av reyðsprøku. Tveir aðrir trolbátar eru nýliga byrjaðir túr. Teir fiska havtasku og koma inn at landa miðskeiðis í vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at trý garnaskip eru til fiskiskap. Eitt kemur inn at landa mánadagin, og eitt annað kemur helst mikudagin. Triðja garnaskipið, sum eisini er til fiskiskap, frystir veiðina umborð.