Bert ein leikari, sum spælir uttanlands er við í ár, og tað er Sólva Joensen, ið spælir fyri Skjold í Danmark.
Landsliðsvenjarin Álvur Hansen hevur sent boð eftir átjan leikarum, og tað eru tey bæði fremstu liðini í kvinnudeildini, KÍ og B36, ið eru best umboðað.
Sjey leikarar úr KÍ og seks leikarar úr B36 mynda bulin á liðnum. Royndastu leikararnir í oyggjaleikahøpi eru Bára S. Klakstein úr KÍ og Halltóra Joensen úr B36, ið hava leikt átta dystir hvør. Malena Josephsen og Rannvá B. Andreasen (KÍ) hava leikt sjey dystir, og tað hevur Sólva Joensen úr Skjold Bk. eisini. Mest skorandi spælararnir í oyggjaleikahøpi eru Rannvá B. Andreasen við seytjan málum og Halltóra Joensen við trettan.
Seks leikarar vóru við bæði í 2001 og 2003, og fýra leikarar hava bert verið við einaferð áður. Átta leikarar í hópinum eru við fyri fyrstu ferð.
Føroyska vann gull bæði í 2001 og í 2003, og tí fara tær aftur eftir gullinum í ár.
Onkur hevur undrast á, at pláss ikki hevur verið fyri leikarum sum Silju á Borg Færø og Mariu Vang, ið báðar spæla við ÍF Føroyum í Keypmannahavn, men venjarin hevur valt at síggja burtur frá teimum báðum. Tær hava nógvar royndir í slíkum dystum og hava áður verið stuðulsleikarar á liðnum.