Tað er eitt ár síðani tann herviliga tsunami náttúruvanlukkan rakti londini kring Indiska havið. Í hesum sambandi verða minningarhald hildin í fleiri londum, eisini í Norðurlondum. Meira enn 200.000 fólk lótu lív í hesi tí mest oyðandi náttúruvanlukkuni í nðggjari tíð, teirra millum 700 norðbúgvar. Meira enn ein millión menniskju eru vorðin heimleys. Ringast rakt var Indonesia. Hini londini, sum vórðu rakt av tí risastóru havalduni, eru Thailand, Sri Lanka og India. Mong lond, teirra millum Føroyar, hava latið nógvan pening í hjálp til tsunamiraktu økini.
Enn ein hervilig náttúruvanlukka rakti Pakistan í hesum árinum. Her var talan um ein av ringastu jarðskjálvtunum í langar tíðir og er neyðin stór í fjallalendunum í Pakistan og Kashmir. Tað hevur víst seg at vera torførari at fáa eitt nú lond í Vesturheiminum at lata hjálp til tey raktu økini, helst tí at talan her er um eina vanlukku, sum "bara" hevur rakt lokalt. Fáir ella eingir europearar eru beinleiðis raktir av vanlukkini eins og støðan var við tsumanivanlukkuni, har túsundtals europearar doyðu. Møguliga skyldast hetta afturhaldni at lata hjálp til Pakistan ta sannroynd, at landið brúkar sera stóran part av sínum inntøkum til hernaðardubbing. Pakistan hevur sum kunnugt kjarnorkuvápn. Tá lond hava ráð til at hava kjarnorkuvápn hava tey eisini ráð til at taka sær av egnum ofrum frá náttúruvanlukkum munnu fleiri hugsa. Ein sannroynd er tað so, at tað hevur gingið striltið at fáa somu lond, sum hava veitt hjálp til tsunamioffrini, eisini at vísa offrunum í Pakistan ans.
Nú vit hyggja í bakspeglið og meta um bæði náttúruvanlukkur og menniskjaðgjørdar vanlukkur, so er greitt, at vit í komandi árum verða noydd til at hyggja meira eftir, hvussu vit sjálvi bera okkum at og í hvønn mun vit eru við til at skapa grundarlag fyri stórum vanlukkum. Her kemur okkum til hugs yvirupphitingin, sum eigur at fáa okkum at gera alt fyri at menna varandi orkukeldur heldur enn at økja um nðtsluna av kolvetni. Eitt annað øki, sum vit eisini mugu vísa størri ans, er støðugt vaksandi útbreiðslan av kjarnorku til hernaðarlig endamál. Vit hava sæð eina óhugnaliga tilgongd, har ódemokratisk lond hava fingið sær ella eru við at fáa sær kjarnorkuvápn, eitt nú Iran og Egyptaland.
Tað er kanska tann størsta ábyrgdin hjá altjóða samfelagnum at forða fyri, at fleiri lond fáa kjarnorkuvápn. Hesin vandin kann gerast enn álvarsligari enn náttúruvanlukkurnar. Tí eigur heimurin at standa saman og hava eina altjóða tilbúgving, sum fyrst og fremst skal hava til uppgávu at forða fyri útbreiðslu av kjarnorkuvápnum.
Sosialurin