Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur valt Kringvarpsstýrið fyri tíðarskeiðið 2011-2014, har Rúni Heinesen heldur fram sum formaður.
Nývald í stýrinum eru Theodor Eli Dam Olsen og Elin Mortensen. Eyðun Joensen og Krista Hvannastein ynsktu ikki at halda fram. Nýtt starvsfólkaumboð er Carsten Arnskov, sum er valdur fyri Dia Midjord.
Tey, sum fara at mynda Kringvarpsstýrið næstu trý árini, eru Rúni Heinesen, sum er formaður, Elin Mortensen, sum er næstforkvinna, Kristina Samuelsen, Páll Isholm, Theodor Eli Dam Olsen, Mia Pedersen og Carsten Arnskov.