Ein bjargingarmaður fjalir út yvir fólk, sum lótu lív í einum russiskum álopi á býin, Tsjernihiv, í Ukraina í dag. Keldur í Ukraina siga, at fleiri fólk lótu lív í álopinum.

Tsjernihiv hart raktur av russiskum álopum

- Fíggindin heldur fram við sínum systematisku álopum á høvuðsstaðin í fylkinum og oyðileggur sivila undirstøðukervið í økinum, sigur guvernørur.

Ein bjargingarmaður fjalir út yvir fólk, sum lótu lív í einum russiskum álopi á býin, Tsjernihiv, í Ukraina í dag. Keldur í Ukraina siga, at fleiri fólk lótu lív í álopinum.

Løgreglan í Tsjernihiv sigur í dag, at russar enn einaferð hava fram álop á sivil mál í Ukraina, hesaferð í býnum Tsjernihiv. 

 

- Fleiri eru deyð, og onnur hava fingið skaða. Millum tey deyðu er eisini ein amerikanskur ríkisborgari, verður lagt aftrat.

 

Fyrr í dag varð upplýst, at bjargingarfólk arbeiddu við at flyta tey skaddu á sjúktahús og aðra staðir, har tey kundu fáa heilsuhjálp.

 

Guvernørurin í fylkinum, sum býurin, Tsjernihiv, er partur av, sigur, at fleiri eru deyð í álopinum, og veganetið er í knúsi.

 

- Fíggindin heldur fram við sínum systematisku álopum á høvuðsstaðin í fylkinum og oyðileggur sivila undirstøðukervið.

 

Guvernørurin kallast Viatsjeslav Tsjaus, og hann hevur sambært CNN lagt hesi úttalilsi út á sosiala miðilin, Telegram.

 

Hann leggur aftrat, at bara í gjár doyðu 53 fólk í økinum í russiskum álopum.

 

Útlendskir miðlar skriva, at Tsjernihiv er millum teir býir, sum hevur verið harðast raktur av russiskum álopum, og her eru nógv fólk deyð.

 

 

 

Ein bjargingarmaður fjalir út yvir fólk, sum lótu lív í einum russiskum álopi á býin, Tsjernihiv, í Ukraina í dag. Keldur í Ukraina siga, at fleiri fólk lótu lív í álopinum.