Útsett í Steymnesi

Sambært skránni skuldu næstbestu liðini hjá EB/Streymi og B68 havt spælt landskappingardyst í 1. deild í dag.

Eingin dystur hevur verið í Streymnesi í dag. Orsaka av jarðarferð á Toftum varð gjørt av at útseta dystin, sum verður spældur mikukvøldið í næstu viku.