Útsýnið av Molanum fyrst í 60´unum

Gomul mynd

 

Hesa mynd hevur Hans Jacob Christiansen tikið fyrra partin av 60´unum á Molanum í Havn. Bilurin er ein 7 persóna hýruvognur í Auto, ein Rambler Classic stationvognur, árgang 1961, hjá Jóhannes Berg, og smágentan við bilin er Sunrid, dóttir Poulu og Hans Jacob Christiansen. Hesir bilarnir vóru nógv brúktir til rutukoyring í samband við Oyggjarutuna. Myndin er sera áhugaverd, av tí at økið er so nógv broytt. Øll pakkhúsini eru burtur, eins og bygningurin hjá Balslev & Co., Havnarskrivstovan og húsini á Skansanum. Einasti bygningurin sum stendur eftir á havnaøkinum, er tann hjá Skipafelagnum, har Havnarskrivstovan nú er á ovastu hædd.


Myndaeigari: Poula Christiansen