Trygt at skráseta sjálvuppgávuna um internetið

Um nakar heldur, at trygdarváttanin á síðuni, har ein skrásetur sjálvuppgávuna er farin úr gildi, so er tað ikki rætt. Hon er endurnýggjað, men slóðin á skrásetingarsíðuni er ikki røtt. Síðan er eins trygg og allar aðrar, sigur edv-deildin hjá Toll- og Skattstovu Føroya

Fríggjadagin kom okkum fyri oyra, at trygdarváttanin fyri heimasíðuna, sum Toll- og Skattstovan biður okkum brúka til at skráseta okkara sjálvuppgávu, er farin úr gildi.

Verisign útskrivar eina váttan, sum liggur á eini síðu fyri seg, og velir ein at hyggja frá síðuni, har sjálvuppgávan skal skrásetast, so sigur hon, at trygdartíðin er farin.

Men tað er bara ikki rætt.

Kurt Madsen sigur, at hann sjálvur hevur fingið endurnýggjað trygdarváttanina frá VeriSign, men at slóðin á skrásetingarsíðuni er skeiv.

? Tað er eitt mistak, sum verður rættað beinanvegin. Vit hava fingið nýggja váttan, sum er galdandi fyri hetta árið, og hon sæst á eini aðrari síðu. Far inn á forsíðuna á okkara internet staði og vel tann knøttin, sum eitur »Um síðuna«. Har er ein slóð til røttu trygdarváttanina, sigur Kurt Madsen.


Sum við Visakortum

Sambært Kurt Madsen er tí eingin vandi við at skráseta sjálvuppgávuna á internetinum.

? Síðan er trygg. Vit brúka somu skipan, sum verður brúkt í sambandi við

interhandil við VISA korti og tað er tann skipanin, sum er mest brúkt, sigur Kurt Madsen.

Hetta verður eisini váttað av einum, sum er kunnugur við internetið, sum Sosialurin hevur tosað við.

Hann sigur, at tað í Føroyum er sera lítil møguleiki fyri at útvega sær atgongd til slíkar upplýsingar, tí síðan liggur í Føroyum og tann sum letur seg skráseta skal bert gjøgnum tað eina liðið.

? Tann ella teir, sum vilja bróta inn eftir upplýsingum, skulu bróta inn á servarin hjá Føroya Tele og tað er sera torført, sigur hann.

? Tað var øðrvísi um síðan lá í Avstralia, tí so vóru so nógv støð, sum upplýsingarnar skuldu ígjøgnum og tá er altíð truplari at tryggja, at alt fer rætt fram.

Hann leggur afturat at SSL skipanin, sum Toll- og Skattstovan brúkar er tann mest vanliga skipanin, sum er brúkt í sambandi við internethandil og líknandi.

? Tað eru tvær skipanir at velja ímillum, ein sum eitur SET og so hendan, sum eitur SSL. Tann fyrra er ikki so løtt at arbeiða við, men tað er SSL-skipanin. Tí velja tær flestu fyritøkurnar at arbeiða við henni, sigur serfrøðingurin.

Tí kunnu vit staðfesta, at skrásetingarsíðan hjá Toll-og Skattstovuni er eins trygg og allar aðrar og at veitarin hevur endurnýggjað trygdarváttanina, sum sigur at Toll- og Skatt er tað teir siga seg vera.