Tryggleikin í ferðsluni

Eitt sum millum annað liggur mær fremst í huganum nú tað stundar til býráðsvalið á Tvøroyri er, ferðslutrygdin.

Poul B. Olsen

Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið á Tvøroyri


Meðan ferðslan er økt hesi seinastu árini, eru umstøðurnar hjá fótgangarum einki bøttar. Teir verða lítið virdir og mugu gera sær løgir fyri at koma fram nógvastaðni. Fyri at nevna eitt ítøkiligt dømi, so er einki gjørt fyri at bøta um vegastrekkið millum bedingina og Puntabyrg. Eingin vernd er í niðara borði og vegurin er alt ov vandamikil, tá ið ein hugsar um at bæði tung ferðsla og fótgangarar skulu ferðast eftir sama smala strekki. Hatta kunnu vit ikki liva við í ár 2000 og eigur peningur at verða settur av til betran av nevnda vegastrekki. Vit kunnu ikki bara raðfesta miðbýin hægst og so venda blinda eyga til, tá tað snýr seg um ferðslutrygdina í restini av býnum. Eisini mangla gøtuljós nógvastaðni, her hugsi eg einamest um eitt ávíst vegastrekki í Líðini sum liggur í bølamyrkri.

Kommunan setir arbeiði ígongd, men nógv verður ikki gjørt liðugt! Tað man uttan iva falla mongum borgarum fyri brósti, at gongubreytin á ?Nýggjavegi? enn ikki er gjørd liðug. Tað sum kommunan hevur asvalterað inni hjá privatfólki hevði kanska rokkið hálva leið.

Nei, tað er lítil kontinuitetur í tí arbeiði sum kommunan hevur sett ígongd og nógv stendur í hálvum gekki. Ein av orsøkunum til hetta, er tann nógv viknaða tekniska umsitingin. Ein býarverkfrøðingur eigur at verða settur aftur í starv, soleiðis at kommunan kann hava sítt egna eftilit og fremja uppgávurnar á einum kvalifiseraðum grundarlagi. Og fyri at lætta um fíggjarligu byrðina, so kundi nakrar kommunur kanska samstarva um ein býarverkfrøðing.