Samgongan er nú samd um, at so leingi hon situr, skal ríkisveitingin úr Danmark ikki vera lægri enn 615,5 milliónir krónur.
Hetta er upphæddin, hon var í fjør.
Men í ár ætlaði samgongan at fáa danir til at hækka hana 150-200 milliónir krónur, men tað vildu danir ikki hoyra talan um.
Semja varð kortini um, at ríkisveitingin kundi prístalsviðgerðast og sostatt góðtók danska stjórnin at hækka ríkisveitingina 8,6 milliónir í ár, upp í 624,1 milliónir.
Samgongan hevur annars avtalað í samgonguskjalinum, at hækka inntøkurnar hjá landskassanum, skal 15% av hækkingini mótroknast í tí, sum blokkurin annars hevði hækkað við.
Men samgongan er samd um, at hetta skal ikki vera galdandi í ár.
Hevði hetta verið galdandi í ár, hevði ríkisveitingin als ikki hækka í ár yvirhøvur.
Hinvegin er samgongan samd um, at hetta skal vera galdandi næsta ár.
Tað merkir so aftur, at tað mest sannlíka er, at inntøkurnar hjá landskassanum fara at hækka so frægt, at ríkisveitingin fer ikki at hækka meiri.
Harafturat hevur samgongan eisini avtalað, at so leingi hon situr, skal ríkisveitingin ongantíð niður um 615,5 milliónir.