Tryggingarvirksemi var tvær ferðir á skránni fyri tingfundin í gjár, sum varð settur klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Talan var um fyrstu viðgerð av tingmáli 23/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging. Ætlanin er nevniliga at skipa Føroya Lívstrygging sum partafelag. Hitt málið á dagsskránni, ið snúi seg um tryggingarvirksemi, var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 24/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
Annars taldi dagsskráin fyri tingfundin í gjár seks mál. Talan var um atkvøðugreiðslu um fyrispurning nummar 100-13/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóggávu, ið gevur Føroya Landsstýri sera víðar heimildir víðvíkjandi stuðuli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum.
Eftir atkvøðugreiðsluna um fyrispurningin og báðar fyrstu viðgerðirnar um tryggingarvirksemi, var á skránni fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 22/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.
Næstseinasta málið á skránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 26/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
Seinast á skránni var, sum vant, framløga.