Tryggingarfelagið Føroyar lækkar prísin á tryggingum

Tryggingarfelagið Føroyar lækkar prísin á fleiri privattryggingum við 20 prosentum tann 1. juli 2013. Høvuðsorsøkin til príslækkingina er lága talið av skaðum seinastu árini. Hetta metir felagið skal koma tryggingartakarunum til góðar.

Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi í morgun. Víðari sigur Tryggingarfelagið Føroya:

»Tryggingarfelagið Føroyar er eitt sokallað sínamillum felag. Tað merkir, at tað eru øll, sum eru tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum, sum eiga felagið. Talan er um ein munandi øðrvísi bygnað enn í øðrum føroyskum fyritøkum, ið vanliga eru ogn hjá einum ella nøkrum fáum partaeigarum. Tí ber til at geva øllum tryggingartakarum ágóðar, tá tað gongst felagnum væl.

Felagið syrgir fyri broytingini

Prísirnir lækka við heili 20% á akfars-, sethúsa- og innbúgvstryggingum til privatkundar frá 1. juli 2013. Príslækkingin verður framd av felagnum, so tryggingartakararnir skulu einki sjálvir gera fyri at fáa bíligari tryggingarkostnað. Tað vil siga, at ongar serliga treytir ella krøv eru knýtt at príslækkingini. Príslækkingin er galdandi fyri verandi, eins væl og nýggjar kundar.

Fyri eina miðal føroyska familju, sum t.d. hevur skrokktryggjað tveir vanligar bilar, eini miðalstór hús og innbúgvið fyri 700.000 kr., kann henda príslækkingin merkja eina sparing á meira enn 3.000 kr. um árið.

Færri skaðar skapa bíligari prísir

Orsøkin til príslækkingina er, at talið av skaðum seinastu árini hevur verið lægri. Tað sýnist sum skaðatalið hevur lagt seg á hesa lægri leguna, um sæð verður burtur frá óvanligum hendingum sum t.d. stormum. Hetta hevur ført við sær, at úrslitið hjá felagnum hevur verið betri enn væntað, og tí hevur felagið gjørt av, at góðu úrslitini skula koma tryggingartakarunum til góðar.

Avsláttarskipan

Umframt, at allir privatkundar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum fáa eina príslækking á 20% 1. juli í ár, hevur felagið framvegis eina avsláttarskipan, sum kann veita heilt upp til 32% í avsláttri hjá privatkundum, sum savna allar sínar tryggingar og pensjón hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og systirfelagnum Betri pensjón.

Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, sigur:

– Eitt av okkara endamálum er at seta kundan í miðdepilin. Tí eru vit serliga fegin um at hava møguleikan at lækka tryggingarprísin. Tað er trygginartakarin, sum í síðsta enda eigur felagið, og tí skal hann sjálvandi merkja ágóðan av góðu fíggjarligu úrslitunum hjá okkum seinastu árini.«