Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá EB-Streymi
EB-Streymur og Tryggingarfelagið Føroyar hava gjørt eina avtalu, sum inniber at Tryggingarfelagið Føroyar er høvuðsstuðul hjá EB-Streymi
Sponsoravtala tíðindaskriv
EB-Streymur kláraði seg væl seinasta kappingarár. EB-Streymur endaði á 6 plássið, men sera lítil munur var millum nummar 6 og 4 í kappingini. <DPTAB> Einki gerst uttan gott fíggjarligt grundarlag, og ein týðandi partur av hesum grundarlagi er at hava ein góðan høvuðsstuðul. <DPTAB> Sáttmálin fevnir um eina grundupphædd, og harumframt verður veitt eitt bonus, alt eftir, hvussu frammarliga EB-Streymur verður í kappingini.