Tryggingarfelag vil gjalda vinningsbýti

Á eykaaðalfundi í næstu viku skal umboðsmannaráðið í TF Holding taka støðu til, um felagið í framtíðini skal hava loyvi at rinda vinningsbýti til limir felagsins.

 

- Hetta er eitt ynski frá nevndini, sum nú verður lagt fyri umboðsmannaráðið, sigur stjórin í samtakinum, Suni Schwartz. Hann greiðir frá, at sum er siga viðtøkurnar, at úrslitið skal flytast fram til komandi ár, men at nevndin ynskir at hetta verður broytt.

 

- Felagið er rímiliga væl fyri, og nú er spurningurin, hvat vit skulu nýta góða úrslitið til. Avlopið er nóg stórt til at nøkta okkara tørv og nakað fitt afturat. Nevndin er tí komin til ta niðurstøðu, at limirnir, tað vil siga tryggingartakararnir, áttu at fingið gleði av, at tað gongur so væl, og ynskir hon at gera hetta, við at geva teimum vinningsbýti, sigur Suni Schwartz.

 

Áðren hetta kann gerast, mugu viðtøkurnar tó broytast, so at Tryggingarfelagið á hesum øki fer at líkjast meiri einum vanligum partafelag.

- Aðalfundurin skal so fyrst taka støðu til, um ein ynskir at geva nevndini loyvi at rinda vinningsbýti ella ikki, og um tað loyvi verður givið, fer nevndin at leggja eitt annað uppskot fyri aðalfundin, sum lýsir, hvussu eitt tílíkt vinningsbýti skal gjaldast, sigur hann.

 

Broytingarnar fara at geva nevndini møguleikan at útluta ein part av úrslitininum, og tað verður upp til nevndina at avgera, hvussu avlopið verður brúkt og hvussu nógv, um nakað, skal rindast í vinningsbýti.

 

Tryggingarfelag Føroyar hevði eitt avlop á 141 milliónir krónur í 2014 og hevði tá 2,8 milliardir  krónur í eginogn, sigur stjórin.

 

- Tað ber ikki til nú at siga, hvussu nógv, hvør tryggingartakari fer at fáa. Tað velst sjálvandi fyrst og fremst um, hvussu stórt samlaða vinningsbýti verður. Síðani skal aðalfundurin avgera, hvørjum lykli vinningsbýti skal lutast til tryggingartakararnar eftir. Tí er ógjørligt at siga nú, hvussu nógv tann einstaki tryggingartakarin fer at fáa í vinningsbýti frá felagnum, sigur Suni Schwartz.