Misnøgdin hjá trygdarumboðunum er ikki nýliga íkomin. Tey hava leingi verið misnøgd við, at viðlíkahaldið er alt ov vánaligt við tí úrsliti, at summi rør leka, og aðrastaðni er rustur farin at gera um seg. Og meðan hetta hendir, verður framleiðslan støðugt økt.
Tey tíggju trygdarumboðini fara so langt sum at siga, at Mærsk-pallurin er í dag at meta sum ein tíðarsett bumba. Tey vísa á, at í mai í fjør var ein sterk spreinging á pallinum, men at hetta var bara tað ovasta av ísfjallinum.
Fakfeløgini hjá trygdarumboðunum taka undir við atfinningunum. Tey siga, at seinastu árini hevur eldur verið í á Mærsk-pallunum í Norðsjónum fleiri ferðir, og at hetta lættliga kundi verið endað í vanlukkum. Sagt verður, at ein tilburður var á einum palli á Dan-feltinum fyri umleið einum ári síðani, men at tað eydnaðist Mærsk at dylja tað.
Trygdarumboðini vísa samstundis á, at aftan á tilburðin í mai í fjør lovað leiðslan í Mærsk at kanna rørini á øllum pallunum, men hetta er ongantíð gjørt.
Anders Würtzen hjá Mærsk Olie og Gas avsannar, at trupulleikar eru við trygdini á pallunum í Norðsjónum, men blaðið Politiken visti í gjár at siga, at uppsagnirnar hjá trygdarumboðunum hava elvt til stórt fundarvirksemi á høvuðsskrivstovuni hjá Mærsk á Esplanaden í Keypmannahavn.
Eisini myndugleikarnir eru komnir upp í málið. Orkustýrið fer nú at biðja Mærsk um eina frágreiðing um, hví øll trygdarumboðini hava sagt upp.