Eyðfríð L. Jacobsen
Forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya
????
Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FFS) heldur fram við at niðurgera førleikan hjá ljósmøðrum. Frá fyrstu viðmerking sum kom frá FFS -eftir at ætlaðu broytingar á føðideildini vóru fráboðaðar - er sagt at ljósmøður ikki hava neyðugan kunnleika at taka sær av øllum barnakonuøkinum.
Hetta hava vit afturvíst við góðum argumentum, men forkvinnan í FFS heldur fram við sínum ákærum, uttan at koma við nøkrum nýggjum, heldur blívir hon við at endurtaka seg sjálva.
Staðfestan av virkisøki hjá ljósmøðrum
Forkvinnan í FFS sigur í grein í Sosialinum 7. april 2005 at um ljósmøður ynskja at taka lut í røktini á føðideildini mugu tær fyrst fáa løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingar. Hetta er als ikki so.
Ljósmøður hava lógarfest arbeiðsøki. Í lóg um ljósmøður frá 13. desember 1978 stendur í §7 at "Sundhedsstyrelsen fastsætter regler for jordemødres virksomhedsområde, herunder rekvirering og anvendelse af lægemidler som led i udøvelse af jordemodervirksomhed".
Í rundskrivi um ljósmøð-ur, seinast dagført í 2001, stendur í vegleiðingini um virkisøkið hjá ljósmøðrum stk. 2.1 m.a. "Jordemoderen kan i barselsperioden fortsat varetage observation, pleje og behandling af kvinden og barnet, og kan aflægge barselsbesøg hos familien. Ved barselsperioden forstås her de første 14 dage efter fødslen."
Stk. 2.3., sum eitur komplicerede fødsler, sygelige tilstande mv., stendur m.a. "Jordemoderen kan endvidere undersøge, observere, pleje og deltage i behandling af syge svangre, herunder svangre hvor barnets fødsel søges udsat ved særlig behandling". Og seinni í sama broti stendur "I tilfælde afsygelige tilstande hos kvinden eller barnet i barselsperioden kan jorde-moderen foretage undersøgelse, observation, pleje samt deltage i behandlingen."
Tað er tí sólaklárt, at ljósmøður við síni løggilding hava fullan førleika at taka sær av øllum barnakonuøkinum.
Ljósmøður skulu ikki arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingar, men sum ljósmøður, eisini í røktini á barnakonuøkinum, tí hetta er lógarfest ljósmøðravirkisøki.
Jana H. Dalsgaard spyr hví tað skal nýtast orka og peningur upp á at útbúgva ein bólk at gera tað arbeiði, sum tú hevur toppkvalifiserað fólk til.
Tað er als ikki talan um at útbúgva ein fakbólk til at gera eitt arbeiði inni á føðideildini. Ljósmøður eru við sínari útbúgving toppkvalifiseraðar.
Vit kunnu venda spurninginum. Hví upplæra óroyndar sjúkrarøktarfrøðingar at gerast "serfrøðingar" á einum lítlum parti av barnakonuøkinum, tá tú hevur ljósmøður sum frammanundan eru serfrøðingar á øllum barnakonuøkinum?
Bert ljósmøður kunnu taka ímóti børnum
Jana H. Dalsgaard sigur í grein síni at um verulig sparing skuldi verið framd so kundu sjúkrarøktarfrøðingar tikið ímóti børnum.
Her ger Jana H. Dalsgaard seg seka í broti á §13 í Lov nr. 671 af 13. dec. 1978 om jordemødre.
Í § 13 í hesi lóg stendur at:
"Den, der uden at have autorisation sum jordemoder betegner sig som jordemoder eller på anden måde, der er egnet til at vække forestilling om at den pågældende har sådan autorisation, straffes med bøde".
Um nakar eftir at hava lisið greinina hjá Janu H. Dalsgaard skuldi havt fingið ta fatan, at sjúkrarøktarfrøðingar hava førleika og løggilding at taka ímóti børnum, so skal tað hervið verða gjørt púra greitt, at tað hava tær ikki.
Lægsta barnadeyða
Jana H. Dalsgaard hevur, hvørja ferð hon hevur verið frammi í fjølmiðlunum, greitt Føroya fólki frá, at barnadeyðiligheitin í Føroyum er tann lægsta í Norðurlondum, og hetta gevur hon dugnaligum sjúkrarøktarfrøðingum æruna fyri.
Seinni hevur hon tó latið barnalæknum og føðilæknum ein part av æruni.
At hon ikki nevnir ljósmøður í hesum sambandi vísir bara hvussu lítið hon veit um virkisøkið hjá ljósmøðrum, og hvat arbeiði ljósmøður gera í tí dagliga. Í viðgongutíðini gera ljósmøður eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði.
Ljósmøður leggja stóran dent á vegleiða og ráðgeva um sunnan og rættan livihátt, bæði í viðgongu og eftir føðingina. M.a. bjóðar ljósmøðraskipanin roykiav-venjing til barnakonur. Ljósmøður finna barnakon-ur sum útvikla graviditetssukursjúku, soleiðis at hesar koma í rætta viðgerð. Ljósmøður finna konur sum eru í vanda fyri at føða ov tíðliga og fáa saman við læknunum steðgað føðingini. Ljósmøður finna børn sum ikki trívast í móðirlívi. Eisini verða serlig atlit tikin til barnakonur sum hava serligan tørv, tað verði seg likamligt, sálarligt ella sosialt.
Hetta ger at nógvar kvinnur klára at fullføra viðgonguna og fáa frísk børn.
Eisini er tað ljósmóðurin sum er hjá barnakonuni undir allari føðingini og harvið tryggjar at føðingin gongur so væl sum gjørligt fyri bæði móðir og barn.
Tí eiga ljósmøður sanniliga eisini at fáa sín lut av æruni av lága barnadeyðanum í Føroyum.
Viðrakning eftir keisaraskurð
Tað er rætt at ljósmøður hava yvirtikið observatiónina av barnakonunum í viðrakning eftir keisaraskurð. Hetta varð gjørt til frama fyri barnakonununa og familju hennara, tí hon á henda hátt kann hava nýfødda barnið hjá sær alla tíðina.
Hendan observatión er sjálvandi góðkend og ordinerað av ábyrgdandi narkosulækna.
Royndirnar higartil vísa so avgjørt at hetta er ein góð skipan fyri allar partar.
Aftur her er tað púra burturvið at siga, at hetta ikki er nøktandi røkt.
Faklig útbúgving og praktisk erfaring
Ógvuliga ógreitt er hvat forkvinnan í FFS heldur um fakliga útbúgving og tilhoyrandi lóggilding. Tá talan er um sjúkrarøktarfrøðingar hevur útbúgving og lóggilding eftir øllum at døma stóran týdning, meðan tá talan er um ljósmøður hevur hetta knappliga lítlan og ongan týdning. Tá er harafturímóti tann praktiska "ekspertisan" tað einasta ið hevur nakað at siga.
Áheitan til Føroya Løgting
Um so er at Føroya Løgting ætlar at ganga áheitanini frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á møti um at steðga ætlaðu broytingum á føðideildini, fer Ljósmøðrafelag Føroya at heita á tykkum um at seta tykkum væl og virðiliga inn í tey viðurskifti sum gera seg galdandi hesari broyting viðvíkjandi, áðrenn tit taka støðu í hesum máli.
Tað er púra burturvið at siga at trygdin hjá pinkubørnum og barnakonum er í vanda tí at sjúkrarøktar-frøðingar á føðideildini nú skulu samstarva við ein vælkvalifiseraðan fakbólk. Ljósmøður eru serútbúnar til júst hetta økið og hava fulla løggilding at starvast á øllum barnakonuøkinum.
At Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar stríðist fyri at bjarga limum sínum nøkur størv er væl skiljandi, men at hetta verður gjørt við so ódámligari framferð er at harm-ast um. At ræða barnakonur og familjur teirra við púra ógrundaðum ákærum móti ljósmøðrunum eigur ikki at koma fyri og má sigast at vera sera ósømiligur atburður hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.