Trý nýggj føroysk met

OYL 15: Svimjingin í kvøld bjóðaði uppá trý nýggj føroysk met

 

Føroysku svimjararnir, sum í kvøld svumu sín fyrsta dag á oyggjaleikunum á Jersey, settu í kvøld trý nýggj føroysk met.

 

Pál Joensen setti nýtt føroyskt met, tá hann vann silvur í 100 metrar bringu teininum. Tíðin 1:02:80, er tað skjótasta sum nakar føroyingur nakrantíð hevur svomið 100 metrar bringu.

 

Sára Nysted, ið er við á oyggjaleikum fyri fyrstu ferð, setti eisini tvey nýggj føroysk met í kvøld.

 

Sára Nysted setti í 400 metrar blandað svimjing nýtt met við tíðini 4:51:57, meðan hon í 200 metrar frísvimjing setti nýtt føroyskt met við tíðini 2:02:60.

 

Sára Nysted, ið svimur fyri Suðuroyar svimjifelag, er fødd í 2001.