Veljarakanning
Tað var ein bæði bilsin og fegin formaður í Sjálvsstýrisflokkinum, sum mikumorgunin fekk at vita, at sambært kanningini hjá Fynd stóð flokkurin til at vinna ein tingsess. Bilsin, tí hetta hendi bara hálvt samdøgur eftir, at Gallup í aðrari kanning hevur spátt flokkin at missa tingumboðanina.
- Ein veljarakanning, sum verður gjørd, áðrenn vallistar og valskrá eru kunngjørd, hevur altíð sínar veikleikar. Ikki minst fyri smáu flokkarnar. Men skal eg vera erligur, so trúgvi eg, at hendan kanningin er meira í tráð við veruleikan, sigur Kári P. Højgaard.
- Trupulleikin hjá einum flokki sum okkara í veljarakanningum er eyðsýndur. Til sjálvt valið standa vit okkum vanliga hampuliga væl í Suðurstreymoy, men við bara einum tingmanni – sum ikki er úr tí økinum – kann hetta skjótt kosta í kanningunum. Tí so leingi sum listin ikki er kunngjørdur, kann veljarin í økinum hava trupult við at identifisera seg við flokkin.
Valstríðið má skipast
Formaður sjálvstýrisfloksins hevur kanska verið mest markantur seinastu tíðina sum formaður í landsstýrismálanevndini. Ikki minst í samband við stóru handlarnar, sum eru framdir innan fiskivinnuna.
Men sjálvur heldur Kári ikki, at hetta í sjálvum sær er tað, sum hevur tryggjað úrslitið í veljarakanningini.
- Tað er nokk ein blanding av fleiri lutum. Sjálvandi er týdningarmikið at vera sjónligur, og hatta er so ein av pallunum, har vit hava markerað okkum. Men eg rokni við, at tað fyrst og fremst er baklandið í flokkinum og stevnuskráin annars, sum fær fólk at velja okkum.
- Samanum tikið er hetta tó eitt gott herðaklapp, og vit eiga avgjørt at byggja víðari á hetta til komandi løgtingsval. Valstríðið er kanska trupult hjá einum lítlum flokki, sum hevur avmarkaða samskipanarmegi, men vit ætla so at vera tíðliga úti við bæði valskrá og valevnislistum, soleiðis at valevni okkara fáa best møguligan møguleika at markera seg til ta tíð.










