– Trupult at skilja tað øðrvísi

Heini í Skorini svara frískúlanum hjá Kelduni aftur nú

Fyrr í dag sendi leiðslan og stýrið fyri frískúlan hjá Kelduni eitt aftursvar til sendingina Gud signi Føroyar, sum varð send í síðstu viku. Nú skrivar Heini í Skorini, umboðandi Kringvarpið, eitt aftursvar til frískúlan. 

 

– ”Menningarlæran er í stríð við tað, sum Bíblian lýsir um skapanina.” Soleiðis segði Jastrid Høj, skúlastjóri í frískúlanum hjá Kelduni, í fimta parti í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar. Eftir sendingina hevur leiðslan á skúlanum tikið frástøðu frá ávísum orðingum í upplestrinum í sendingini. Leiðslan vil ikki vera við, at skúlin ”vrakar” ella ”forkastar” menningarlæruna. Men tá hesi orðini vórðu brúkt, so skuldu tey skiljast soleiðis, at leiðslan vrakar ella forkastar menningarlæruna sum fakta ella sum sannroynd. Tí, sum Jastrid Høj segði í sendingini: ”Tá tað kemur til stykkis, bæði viðvíkjandi menningarlæruni og skapanarlæruni, so skal trúgv til bæði, tí hvørki av teimum kunnu prógvast", skrivar Heini í Skoini. 

 

Les eisini: Vit trýsta ikki næmingar til ávísa áskoðan 

 

Hann vísir á, at tað er hetta sjónarmiðið, sum lívfrøðingarnir í sendingini mótmæla. Teir meta ikki, at menningarlæran er ein trúgv ella metafysiskur pástandur, men ein væl grundað vísindalig hypotesa, sum er eygleidd og testað aftur og aftur; og sum framvegis er tann mest sannførandi frágreiðingin uppá, hví lívið á jørðini hevur háttað seg, sum tað hevur.

 

– Tí dregur sendingin ta niðurstøðu, at frískúlin hjá Kelduni ”vrakar” ella ”forkastar” menningarlæruna. Fyri allar flestu lívfrøðingar er menningarlæran ein sannroynd. Men tað tykist sum um, at fyri Jastrid Høj og onnur samsint hvílir menningarlæran á eini lívsáskoðan. Tí, sum Jastrid sigur í sendingini: ”Ymiskar heimsáskoðanir liggja aftanfyri tað, sum bøkurnar skriva. Og kanska (vit, red.) eisini gera børnini meiri tilvitaði um, hvat halda tit liggur aftanfyri hetta? Er hetta tað, sum Bíblian sigur? Ella kann hetta vera tað, sum humanisman sigur?"; skrivar Heini í Skorini. 

 

Les eisini lesarabræv frá frískúlanum hjá Kelduni her

 

– Skúlaleiðslan vil heldur ikki vera við, at ”skúlin lærir sínar næmingar, at vísindaliga ástøðið um menningarlæruna er skeiv.” Sjálv staðfesti Jastrid annars, at ”menningarlæran er í stríð við tað, sum Bíblian lýsir um skapanina.” Og víðari segði hon soleiðis: ”Vit læra í hvussu so er næmingarnar at síggja tað út frá teimum kristnu virðunum… at síggja tað út frá Bíbliuni … hvat sigur Bíblian til hetta? Og at síggja um tað er eitt stríð harímillum … og at læra børnini at taka støðu… hvat sigur Bíblian um hetta", skrivar Heini í Skorini og vísir á, at tað er rætt, at Jastrid ongastaðni sigur beinleiðis, at menningarlæran er skeiv.

 

– Hinvegin er trupult at koma til aðra niðurstøðu, tá Jastrid sjálv vil vera við, at menningarlæran og bíbilska skapanarsøgan eru mótsetningar og samstundis leggur dent á, at her á skúlanum tulka vit spurningin í ljósinum av Bíbliuni. Sendingin vísti, at fyri mong kristin er einki ósamsvar ímillum menningarlæru og kristna trúgv. Men um tað veruliga er eitt ósamsvar, sum skúlaleiðslan vil vera við, so er tann logiska avleiðingin, at ein má velja antin hetta ella hitt, skrivar Heini í Skorini. 

 

 

Les alt lesarabræv hansara við at trýsta her