Trupult at fáa Posta aftur til almennan stovn

– Men tað var skeivt at gera Posta til partafelag, heldur løgtingsmaður

– Men tað var skeivt at gera Posta til partafelag.

 

Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.

 

Tað skrivar hann í viðmerking til tað, sum Rigmor Dam, mentamálaráðfrúa segði í gjár. Hon argast inná, at Posta hækkar gjaldið fyri útbering av bløðnum.

 

– Eg kann illa góðtaka, at monopolfyritøkan Posta fer avstað við miðlastuðlinum og fari at taka málið upp í landsstýrinum, segði hon við in.fo í gjár.

 

Hon segði eisini, at hetta ikki er í tráð við samgonguskjalið, har samgongan hevur lovað at styrkja privatu miðlarnar fyri at tryggja fjølbroytni, og soleiðis, at almenna Kringvarpið fær neyðuga kapping.

 

Hon heldur, at tað var ein skeiv avgerð, at gera Posta til partafelag. Hon fer at taka málið um hækkaða útberingarprísin til bløðin upp í landsstýrinum og heldur, at Posta aftur eigur at gerast til ein almennan stovn.

 

Landstýriskvinnan í mentamálum hevur grein í sínum máli. Tá Postverk Føroya bleiv umskipað til almenna P/F Posta vóru bert Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, sum ávaraðu móti ætlanini, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og fyrrverandi postmaður.

 

– Bert fá fólk av »gomlu garduni« eru eftir á Posta, og stórur partur av ognunum eru seldar. Tíverri verður trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at venda aftur frá P/F Posta til almennan stovn, staðfestir Kári P. Højgaard.