Tað ber ikki til at leggja nakra framleiðslu til rættis eftir ferðaætlanini hjá Strandferðsluni, tí hon verður broytt alla tíðina, sigur Rói Egholm, virkisleiðari á flakavirkinum í Sørvági.
Hann gevur tó ikki stovninum skuldina fyri tað, men teimum, sum ikki játta neyðugu pengarnar til at røkja sambandið nøktandi.
»Vit mugu bara læra okkum at liva við, at við búgva í "Country og maybe"«, sigur Rói Egholm.
Vit sita inni á skrivstovuni hjá virkisleiðaranum. Uttan fyri liggur Vesturvarði og landar. Teir hava mest kongafisk og upsa. Truckarnir koyra aftur og fram. So hvørt sum slengið er sett á bryggjuna, tekur truckurin tað og fer inn á landingarmiðstøðina, har fiskurin verður skildur og vigaður. Síðani aftur ein túr yvir á flakavirkið, har eini 20-25 fólk skera hann til flak og pakka, so klárt er at avskipa.
Sørvágur er útjaðaraøki, og tað merkist væl hjá tí, sum skal reka eina fyritøku í bygdini, sigur virkisleiðarin.
Rói Egholm nevnir sum dømi, at dagin fyri, at Sosialurin vitjaði virkið, høvdu tey keypt kongafisk á uppboðssølu aðrastaðni í landinum. Strandferðslan flytir fiskin fyri flakavirkið, og tað plagar at ganga væl, sigur hann. Men hendan dagin var eitthvørt, sum kiksaði, og fimm kør stóðu eftir. Tað tók fleiri tímar at fáa tey vestur, millum annað orsakað av bíðirøð við ferjuleguna í Vestmanna. Og slíkt dýrkar vøruna, sigur Rói Egholm.
Eitt annað er so, at lidna vøran eisini skal avstað aftur, sigur Rói Egholm. Og eisini her er munur á hjá teimum, sum liggja inni á meginlandinum, og hjá útjaðaravirkjunum.
Farmaskipini sigla eftir síni ferðaætlan, og tey sigla úr Havn. Hetta ger, at tey virkini, sum ikki hava landfast samband við Havnina, noyðast at gevast at arbeiða fleiri tímar, áðrenn tey, sum bara kunnu senda vøruna við einum bili, tá tíð er. Soleiðis fáa hesi virkini ein stóran fyrimun fram um tey, sum skulu um sund, sigur Rói Egholm.
Samstarv
Sølufelagið Farex í Havn og reiðaríið hjá Vesturvarða í Sørvági eiga partapeningin í nýggja flakavirkinum í Sørvági. Virkisleiðari er Rói Egholm, sum er ein av eigarunum av Farex.
At reiðariðið hjá Vesturvarða er partaeigari í flakavirkinum merkir tó ikki, at Vesturvarði er bundin at virkinum í Sørvági. Hann skal í fyrsta lagi selja ein ávísan part av veiðuni um uppboðssøluna, og so er tað sjálvandi eisini natúrligt, at hann selur har, sum mest fæst afturfyri.
Virkisbygningurin, vit sita í, verður leigaður frá Vesturvón, meðan partaeigararnir eiga maskinurnar, sum standa inni á virkinum, sigur Rói Egholm.
Ein grund til, at júst hesir báðir partarnir hava tikið seg saman um flakavirkið er, at her er sakkunnleiki av hvør sínum slagi lagdur saman. Teir, sum veiða fiskin, duga eisini at hagreiða hann, so tað verður góð vøra, sum arbeidd verður. Og teir, sum keypa hann frá veiðimanninum, hava sambandið úteftir, og duga at selja vøruna til brúkaran úti í heimi.
Tey hava valt, sigur Rói Egholm at halda seg til tað, tey duga frammandunan. At arbeiða flak og saltfisk.
Tað er soleiðis, at tey flestu arbeiðsfólkini á virkinum hava royndir úr flakavinnuni, sum fyrr hevur verið í Sørvági. Tað seinasta var virkið hjá West Fish. Og Farex hevur góðar kontaktir á saltfiskamarknaðinum.
Rói Egholm sigur, at møguleikarnir at selja fisk eru rættiliga nógv betri í dag, enn teir vóru fyrr. Ein stórur trupulleiki fyrr var, at fólk dugdu ikki nóg væl mál. Her eru stór framstig hend, sigur hann. Og so er tað Internetið. Nú er at kalla eingin avmarking fyri, hvar til ber at hitta fólk. Væl at merkja meðan tú situr í egnari stovu.
Eitt annað, sum fyrr var sera umráðandi, tá ein skuldi selja fisk, var at ein átti pengar. Í dag eru fíggingarmøguleikarnir so góðir, sigur Rói Egholm, at tað er eingin trupulleiki at koma í gongd, um tú bara hevur ætlanir, sum eru so mikið skilagóðar, at fíggjarstovnarnir trúgva upp á tær.
Áhugaverd ætlan
Telefonin ringir, og vit steðga samrøðuni. Okkurt handilssamband. Eitt føroyskt flakavirki, sum vil samstarva, skilst.
Kaffi og rundstykkir verða sett á borðið, og vit fáa okkum, áðrenn vit byrja aftur at práta.
Tey arbeiða við eini ætlan um at flyta framleiðsluna loftvegis av landinum, sigur Rói Egholm. Tann ætlanin er komin nakað áleiðis, og verður hon veruleiki, liggja møguleikar í hesum, er hann ivaleysur í.
Tað fer at bera til at avskipa eini trý tons dagliga við tí flogkapasiteti, sum er í dag, so hann metir tað ikki neyðugt at fáa sær egið farmaflogfar, sigur Rói Egholm. Men hann metir tó, at eitt sindur av almennum stuðli verður neyðugur fyri at koma í gongd.
Rói Egholm sigur seg hava varhugan av, at tað er politiskur vilji at stuðla slíkum tiltøkum, um tey tykjast skilagóð. Og tað heldur hann sjálvur hesa ætlanina vera, tí hon er rættiliga avmarkað, sigur hann. Tað, sum teir vóna at fáa av stuðli, skal bara brúkast til hjálp til at fáa støðiðundir verkætlanina í lagi.
Aftur ringir telefonin, so til ber at skonkja upp í aftur kaffikoppin, meðan virkisleiðarin tosar um prísir og fyrireikar keyp á telefonsøluni seinni hendan fyrrapartin.
Prátið fellur aftur á teir trupulleikarnar, sum standast av at arbeiða á einum útjaðaraøki.
Rói Egholm sigur, at tað ber illa til á einum útjaðaraplássi í Føroyum at brúka tann kunnleika, ein hevur verið uttanlands og nomið.
Eitt av høvuðsmálinum í øllum virkisrakstri er tilrættalegging. Men tað ber altso ikki til, tá ein skal laga seg eftir eini sera skiftandi ferðaætlan, sigur hann. Her verður ein noyddur at brúka gamla, føroyska tillaging. Gongur tað ikki í dag, so koma vit í morgin. Ella soleiðis næstan har á leið.
Hetta er bæði ein veikleiki, men sanniliga eisini ein styrki, sum føroyingurin hevur, sigur Rói Egholm.
Men sum flestu vágafólk uggar hann seg við, at nú verður tað ikki so leingi, til undirsjóvartunnilin kemur. Tá verður alt betri.