Eigaraviðurskiftini í Atlantsflogi er ein trupulleiki, sum má loysast.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Størsti privati eigarin í felagnum, Adrian Noskwith følir seg snýttan, tá ið hann keypti partabrøv í Atlantsflog, tí hann sigur, at tað lá í kortunum, at størri partur av felagnum skuldi einskiljast seinni.
Men tað er ikki hent og Johan Dahl ásannar, at hetta er ein trupulleiki, sum skal loysast innan rímiliga tíð, sum hann málber seg.
Ein máti at loysa trupulleikan er at einskilja størri part í felagnum. Ein annar máti er, at landsstýrið keypir partabrøvini aftur frá privatu eigarunum
- Vit hava havt málið fyri á landsstýrisfundi og tað er ikki undirtøku fyri at gera nakað beint nú sigur hann.
Hann sigur, at landsstýrið er samt um at bíða eftir at vita hvussu gongdin verður, nú Atlantsflog hevur fingið ein luftbuss og hevur ítøkiligar ætlanir um at útvega tveir afturat í ár.
Samstundis er flogvøllurin longdur og nýggj farstøð gjørd og harafturat hevur samgongan gjørt av at leggja dent á at menna ferðavinnuna.
- Hesa næstu tíðina fáa vit at síggja, hvussu tað hilnast og tá mugu vit so taka støðu til, um størri partur av felagnum skal einskiljast, ella um landskassin skal keypa privatu partabrøvini aftur, sigur Johan Dahl.
LES EISINI GREININA: Varð lumpaður at keypa Atlantsflog
LES EISINI GREININA: Johan Dahl finst at stjóranum í Atlantsflogi
LES EISINI GREININA: Ongin orsøk at føla seg snýttan