Trætan á Innheitingardeildini hjá Toll- og Skattstovu Føroya stendur aftur í fullum blóma.
Fyri stuttum søgdu sjey av starvsfólkunum seg úr starvi og orsøkin til tað var, at umstøðurnar vóru ikki vornar petti øðrvísi, enn tær vóru áðrenn arbeiðssteðgin, og at tey ikki høvdu meira at gera á stovninum.
Í frágreiðing, sum Starvsmannafelagið hevur sent fíggjarmálaráðharranum verður víst á, at umstøðurnar sum vóru áðrenn arbeiðssteðgin eru versnaðar síðani semjuna og at tey sjey starvsfólkini tí ikki hava sæð annan útveg enn at siga seg úr starvi.
Eisini vísir felagið á, at hóast Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið gjørdu nágreiniliga semju um ymiskt, so hevur leiðslan á stovninum ikki fylgt semjuni.
Men er trupulleikin ikki, at tann veruliga arbeiðsósemjan ongantíð varð loyst?
? Tað sær tíverri soleiðis út, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Arbeiðsósemjan endaði sum ein knútur um hvør hevði rætt til hvat heldur enn at loysa samstarvstrupulleikarnar á deildini og tað kann verða ein orsøk til, at ósemjan nú blómar aftur.
Ein annar trupulleiki við semjuni var, at tað ikki var leiðslan á stovninum sum gjørdi hana, men sjálvt fíggjarmálastýrið, heldur Gunnleivur.
? Tað hevur síðani víst seg, at leiðslan ikki hevur fylgt semjuni og tískil ikki hevur gjørt eftir boðum frá sínari leiðslu, sigur Gunnleivur.
Ein av trupulleikunum á deildini var, at leiðslan kundi arbeiða saman við nøkrum og ikki við øðrum. Hetta sást aftur í dagliga arbeiðinum og gjørdi viðurskiftini sera torfør at arbeiða undir.
? Og nú tey hava sagt upp, hava nøkur teirra fingið boð um at vera heima, meðan onnur sleppa til arbeiðis í uppsagnartíðini. Tey vera viðgjørd, sum lógbrótarar, sigur Gunnleivur, sum heldur at slíkt als ikki eigur at koma fyri.
At enda staðfestir Starvsmannafelagið at semjan, sum varð gjørd 4. januar í ár er brotin. Tey sjey fakliga sterkastu fólkini eru farin úr starvi og deildin liggur í skeljasori, stendur at lesa í brævinum.
Tí heldur felagið, at fíggjarmálaráðharrin eigur at viðganga, at alt er ikki farið rætt fram á deildini.