Trupulleikin loysir seg sjálvan

- Vit vanta ikki arbeiðsmegi nú. Tvørtur í móti fáa vit dagliga fleiri umsóknir. Men tað er greitt, at mongu verkætlanirnar kring landið føra til trupulleikar heilt skjótt. Tað sigur Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verk, sum tó roknar við, at trupulleikin loysir seg sjálvan

Stóra verkætlanin hjá TG Verk í løtuni er skúladepilin í Marknagili. Har hava teir 40 fólk í starvi júst nú.
- Vit hava 40 mans har í løtuni, har av 12 eru íslendingar, sigur Høgni Lauritsen.
Hann er stjóri á TG Verk og hevur umleið 40 fólk í starvi. TG Verk hevur fleiri fastar undirveitarar, so talið av fólki, sum gera arbeiði fyri TG Verk, er 65.

Blandað arbeiðsmegi
TG Verk hevur fólk úr Føroyum og Íslandi í starvi. Bróðurparturin er føroyingar, men samlaða arbeiðsmegin hjá Íslandi telur ofta fleiri íslendingar.
- Eigarin av TG Verk er íslendingur, og systurfelagið ÞG Verk er har. Tí er tað natúrligt, at vit hava nøkur fólk har frá. Harnæst er tað eisini nemt at fáa íslendska arbeiðsmegi til Føroya. Tíðirnar eru nógv bøttar í Íslandi, men enn er nakað av arbeiðsloysi har. Tá teir koma her, skulu teir bara hava eitt føroyskt p-tal, so kunnu teir fara til arbeiðis, greiðir Høgni Lauritsen frá.
Hann sigur eisini, at íslendsku arbeiðsfólkini fáa løn eftir føroyskum sáttmála. Í roynd og veru eru tey nakað dýrari enn føroyska arbeiðsmegin, tí TG Verk skal eisini herberga útlendsku arbeiðsmegini.

Vantar ikki arbeiðsmegi nú
Høgni Lauritsen greiðir frá, at teimum ikki vanta arbeiðsmegi í løtuni.
- Tað er eingin trupulleiki enn. Fólka søkja allatíðina starv. Vit fáa fleiri umsóknir um dagin, sigur stjórin í TG Verk.
Hann upplýsir, at av tíggju umsóknum er millum ein og tvær útbúgvin fólk. Restin er ófaklærd fólk. Høgni Lauritsen heldur, at ein av orsøkunum til mongu umsóknirnar eru, at teir hava støðugt arbeiði.
- Marknagil er ein trýára verkætlan. Tað merkir, at vit vita, at vit hava arbeiði nakað fram í tíðina. Harnæst er tað ein stór og spennandi verkætlan, heldur hann.

Verður neyvan trupulleiki
Høgni Lauritsen kann soleiðis fegnast um, at arbeiðsmegi ikki er ein ítøkiligur trupulleiki. Og tað verður tað neyvan, metir hann.
- Alt virksemið, sum er kring landið, má geva trupulleikar við arbeiðsmegi heilt skjótt. Men trupulleikin fer nokk at loysa seg sjálvan, sigur Høgni Lauritsen. Hann sipar til, at tá arbeiðsloysið fer niður um 3,5 prosent, so verður munandi lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landi.
Harnæst hevur hann eisini stóra tiltrúgv til lógaruppskotið, sum er á veg úr Vinnumálaráðnum. Har arbeiða tey við at gera tað lættari hjá útlendingum at koma til landið.
- Vit fara at gera tað lættari hjá útlendingum at koma til Føroya at arbeiða. Men vit lata ikki hurðina upp á víðan vegg, segði Johan Dahl sambært in.fo í november.
- Eg vóni henda broytingin kemur, tí tað er gott at hava møguleika at fáa útlendska arbeiðsmegi. Serliga tá tað kemur til ymsan serkunnleika, sigur Høgni Lauritsen. Hann vísir á, at soleiðis sum skipanin er háttað í dag, so kann tað taka fleiri mánaðir at fáa eitt fremmant arbeiðsfólk til Føroya.

Kunnu kappast upp á løn
Nógva virksemið kring landið er altso ikki nakað, ið voldir stjóranum á TG Verk høvuðbrýggj. Hann hevur eisini tey fólkini, hann ynskir at hava. Men tað er als ikki óhugsandi, at kappingin um arbeiðsmegina harðnar í næstum.
- Enn hava vit ikki kappast upp á løn, men tað kann hugsast, at fyritøkurnar fara at yvirbjóða hvørja aðra fyri at tryggja sær arbeiðsmegi, metir Høgni Lauritsen.
Har til eru tey ikki komin enn, men vendingin í vinnuni hevur verið sera stór seinastu árini.
- Á sumri 2012 vóru vit við at vera lidnir við tvær verkætlanir. Vit høvdu fimm tilboð úti tá, og fingu okkurt av tí. Men gjørdu vit ikki tað, so høvdu vit staðið við ongum, sigur Høgni Lauritsen.
Í dag er TG Verk í teirri støðu, at teir framvegis lata tilboð inn til verkætlanir, men teir siga eisini nei takk í ávísum førum, tá heitt verður á teir um at bjóða.
- Vit tora at siga, at vit ikki eru áhugaðir, sigur hann.