Arbeiðsmarknaður
Fyri jól hevði arbeiðarafelagið, Hæddin, trupulleikar við einum arbeiðsgevara, sum hevur 14 limir hjá felagnum í arbeiði.
Karla Einarsson sigur, at málið snúði seg um, at sáttmálin ikki varð yvirhildin til fulnar. Trupulleikar vóru við lønum, eftirløn og lívstrygging hjá limunum.
- Men lønar-og tryggingarviðurskiftini millum arbeiðsgevaran og arbeiðsfólkið eru nú komin uppá pláss, og vit vóna, at arbeiðsgevarin nú fer at halda sínar skyldur, sigur hon.
Frægari í vetur
Karla heldur ikki, at nógvir limir í arbeiðarafelagnum, Hæddini, eru arbeiðsleysir. Tað hevur felagið ikki varhugan av.
Hon heldur hinvegin, at væl av arbeiði hevur verið higartil í vetur, kanska meira enn onkran vetur frammanundan, tá ið tað viðraði illa, og minni fiskur kom uppá land.
Tað er altíð skiftandi hjá teimum, sum arbeiða á fiskavirkjunum, tí veðurlíkindi, fiskiskapur og eitt nú fiskaprísir hava sína ávirkan á, hvussu nógv kemur uppá land.
- Men eg haldi ikki, vit kunnu lata illa at higartil í vetur, sigur Karla Einarsson, formaður í arbeiðarafelagnum, Hæddini.