Ingvald á Kamarinum, sosialpedagogur og stjóri á Fjordskolen, sum er serskúli fyri truplar næmingar í Danmark, fer í Miðlahúsinum mikukvøldið at greiða frá sínum royndum og arbeiði. Eisini fer hann at umrøða møguleikarnar fyri at stovnseta líknandi skúla í Føroyum Ingvald á Kamarinum er sosial pedagogur og stjóri á Fjordskolen, ið er ein serskúli fyri atferðartruplar næmingar í Danmark.
Mikukvøldið hugleiðir hann um trupla næmingin og støðu hansara. Hann greiðir frá sínum royndum og frá tilboðnum, ið hansara skúli bjóðar í Danmark.
Eisini sigur Ingvald á Kamarinum, hvat hann metir kann gerast í Føroyum, fyri at bøta um støðuna. Við sær í Miðlahúsið hevur Ingvald á Kamarinum Ulrik Jensen, sum er útbúgvin lærari og starvast á Fjordskolen.
? Tað sigur seg sjálvt, at ein flokkur við 24 næmingum, harav tveir hava atferðartrupulleikar, ikki riggar sum hann skal. Teir báðir truplu næmingarnir fara við nógvari orku, og so er lítið gott eftir til hinar 22 næmingarnar. Tá eru báðir næmingabólkarnir við sviðusoð, og tað er lærarin eisini, sum hevur brúkt alla sína orku til eina uppgávu, sum einki úrslit sæst av, sigur Ingvald á Kamarinum í samrøðu við Sosialin í dag.
Har staðfestir hann eisini, at tað ikki er næmingurin, sum er trupulleikin.
? Tað fær tað ongantíð verið, og tí mugu vit vísa honum ljósið við endan á tunlinum, heldur enn at virka sum eitt mótkoyrandi tok, sigur Ingvald á Kamarinum, sum altso verður at hoyra í Miðlahúsinum mikukvøldið klokkan 20.00